Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at taka spariuppskotið í lestrarstuðli aftur.
Hetta ger landsstýriskvinnan rætt.
Uppskotið átti ikki at komi á tingborð, tí tað rakar skeivt. Ikki minst nú kringvarpsgjaldið verður lagt um til nevtoll, sum øll yvir 23 ár skulu gjalda við kassa eitt – eisini lesandi.
Ætlanin er, at kringvarpsgjaldið hækkar 2 % árliga, sum í grundini svarar til eina trivaliga skattahækking til allar lønarbólkar og stuðulsmóttakarar, hvørt einasta ár.
Havandi í huga, at miðalaldurin á lesandi í Føroyum er væl hægri enn aðrastaðni, er talan um politisk átøk, sum gera umstøðurnar hjá lesandi verri enn frammanundan.
Hava spart 8,2 mió. kr. í lestrarstuðli í 8 vikur
Í Útvarpinum slapp, landsstýriskvinnan at turka sparingina í lestrarstuðli upp á undanfarna landsstýrið.
Hon segði, at játtanin í Mentamálaráðnum var niðurpínd. Hetta er ikki rætt! Tí á lestrarstuðulskontoini hevur nýggja landsstýrið skorið 8,2 mió. kr. í 8 vikur. Hetta svarar til eina mió. kr. um vikuna.
Fyrsta sparingin 2 mió. kr. við eykajáttanarlógini fyri oktober, næsta við inntøkumarkinum í lestrarstuðlinum á 1,5 mió. kr. og triðja við broytingaruppskotinum til Fíggjarlógina hjá Háfoss á 4,7 mió. kr.
Um nakar ivast í, um tølini eru røtt, ber til at finna uppskotini á: www.logting.fo
Allar sparingarnar eru gjørdar uttan tekin um batar á lestrarstuðulsøkjum komandi árini. Løgið tá talan er um landsstýrið, sum hevur lovað gull og grønar skógir til lesandi.
8,2 mió. kr. høvdu munað hjá lesandi við børnum, ella sum íkast til ætlanina hjá landsstýrinum at lata stuðul 12 mánaðir í árinum.
Løgst á fólkapensjónina
Pensjónin sleppur heldur ikki undan spariknívinum. Uppskot er lagt fyri Tingið, sum hevur við sær sparingar í fólkapensjónini á 42 mió. kr. árliga.
Orsøkin er, at grundupphæddin verður lækkað við 580 kr./mðr. – ein sparing á 52 mió. kr. árliga, svarandi til 1 mió. kr. um vikuna. Men viðbótin kvinkar upp við 150 kr./mðr. Tí verður samlaða sparingin 42 mió. kr.
Fyri einstaka pensjónistin merkir hetta ein miss á 430 kr. mðr., áðrenn skatt og mótrokning – sí talvuna niðanfyri:
Grundupphædd o.a. fyri støk
Galdandi | Nýskipan | Munur | |||
Grundupphædd – støk |
4.169 |
3.589 |
-580 |
||
Viðbót – støk |
3.621 |
3.771 |
150 |
||
Viðbót til ávísar pensjónistar |
634 |
634 |
0 |
||
Tils. fyri skatt og mótrokning |
8.424 |
7.994 |
-430 |
||
Grundupphædd o.a. fyri hjún
Galdandi | Nýskipan | Munur | |||
Grundupphædd – gift hvør |
3.313 |
2.733 |
-580 |
||
Viðbót – gift hvør |
2.881 |
3.031 |
150 |
||
Viðbót til ávísar pensjónistar |
634 |
634 |
0 |
||
Tils. fyri skatt og mótrokning |
6.828 |
6.398 |
-430 |
||
Um skattur og møgulig mótrokning verða tald við, verður missurin hjá pensjónistunum størri.
Frá pensjón til olmussu
Landsstýriskvinnan egnir við, at meir verður eftir, tá samanum kemur, tí inngjaldið í Samhaldsfasta (AMEG) hækkar við 1% og harvið eisini útgjaldið, viðbótin kvinkar upp – og kringvarpsgjaldið verður lagt um til nevtoll.
Men um hetta kemur at halda í longdini er ivasamt. Tí útgjaldið úr AMEG verður ásett av einum stýri og er skattskyldugt, viðbótin verður bæði skattað og mótroknað í aðrari inntøku og kringvarpsgjaldið hækkar við 2% á hvørjum ári.
Leggja vit síðan øll hini gjøldini: bensin, diesel, vegskatt, umhvørvisgjøld, tinglýsingargjøld o.s.fr. omaná, er ikki nógv gott eftir.
Vert er at gera sær greitt, at grundupphæddin higartil hevur verið bulurin í pensjónini, og einasta veitingin, sum hvørki verður mótroknað í aðrari inntøku ella skattað.
Grundupphæddin tryggjar somuleiðis øllum pensjón. Verður farið frá hesari meginreglu, flyta vit okkum frá umleið 55 ára gomlu samhaldsføstu pensjónsskipanini, til fátækrahjálp ella olmussu, ið eingin við tíðini fer at vilja kennast við.
Hesar grundgevingar hava núverandi løgmaður og landsstýriskvinna í mentamálum ferð eftir ferð ført fram, bæði í talu og skrift. Tí er tað, sum nú verður gjørt óskiljandi.
Lóggeva í blindum
Tá uppskotið um skerjingar í grundupphæddini varð fyri í Løgtinginum, kom fram, at uppskotið ikki hevði verið til hoyringar. Eitt nú er Landsfelag Pensjónista ikki komið til orðanna.
Sterkar ábendingar vóru eisini um, at eingin verulig koyring er gjørd í Almannaráðnum, sum lýsir avleiðingarnar av uppskotinum fyri ymsu pensjónistabólkarnar.
Tað er tí eingin, sum veit neyvt, hvørjar veruligar avleiðingar uppskotið fer at hava við sær.
Út frá omanfyristandandi er skilabest hjá Eyðgunn at gera sum Rigmor – taka uppskotið aftur. Tí einki er so váði, sum at lóggeva í blindum á einum so týðandi øki.
Loysir seg framvegis ikki at arbeiða
Undir viðgerðini hálovaði Sonja Jógvansdóttir, sum segði seg verða fjeppara av AMEG, uppskotinum. Hon segði, at tað við hesum uppskoti fór at loysa seg at arbeiða hjá pensjónistum.
Men hetta er ikki rætt, tí einki verður gjørt við skeivleikarnar, sum standast av mótrokningini í viðbótini til ávísar pensjónistar og vanligu viðbótini. Tvørtur ímóti. Nú verður grundupphæddin, sum ikki verður skattað og heldur ikki verður mótroknað lækkað, meðan vanliga viðbótin, sum bæði verður skattað og mótroknað, veksur.
Útgjaldið úr AMEG verður eisini skattað.
So vítt eg dugi at síggja, merkir tað, at pensjónistar, sum vinna meir enn 60.000 kr. framhaldandi fara at verða mótroknaðir og marginalskattir sera harðliga. Har ringast stendur til, verða neyvan meir enn 30 oyru eftir av seinast vunnu krónunum.
Hvør tímir at arbeiða, tá so er, kann ein av góðum grundum spyrja?
SEV spælir ikki við
Interkommunali felagskapurin SEV, sum kommunurnar eiga, og sum í ársfrágreiðingini hálovar nýggja landsstýrinum, ætlar heldur ikki at gera tað lættari hjá pensjónistum, sum sita í gomlum húsum við oljufýri.
Hóast væntandi metavlop á 100 mió. kr. í ár, orsakað av lágum oljuprísum og øktum virksemi í øllum landinum, fer felagið ikki at lækka el-prísin, m.a. tí, at nýggjur skrivstovubygningur fyri 80 mió. kr. skal byggjast.
Undrunarsamt, at formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, ikki talar at.
Breiða semju
Í Sambandflokkinum eru vit fús at gera breiða semju um eina komandi pensjónsnýskipan. Vit hava einki ímóti at styrkja AMEG, sum part av nýskipanini. Vit ynskja kortini at hava aðrar tættir við í samráðingunum, eitt nú mótrokningina, tvungnu uppsparingina og møguleikan hjá pensjónistum at verða longri á arbeiðsmarknaðinum, um teir ynskja tað.
Men vit ynskja ikki at skera grundupphæddina í óðum verkum.
Bjørn Kalsø
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin