Home Fólk & SamfelagLesarin skrivar Alt var fuglar á takinum

Alt var fuglar á takinum

by OML

Beint áðrenn seinasta samgongan skrivaði løgtingsvalið 01.09.2015, kunngjørdi táverandi skattamálaráðharrin, at teirra framskrivaða fíggjarlóg gav eitt fitt avlop. Sjálvt um fleiri røddir í andstøðuni vóru frammi í fjølmiðlunum, sum mettu, at tað fór at verða sera ivasamt, at tað yvirhøvur gjørdist nakað avlop, so traðkaði stjórin á Gjaldstovuni fram í fjølmiðlarnar fáar dagar undan valinum, har hann segði seg stuðla sjónarmiðunum hjá skattamálaráðharrranum.

Veruleikin varð eisini, at avlopið minkaði niður í einki. Ístaðin fyri fóru allar metingarnar hjá skattamálaráðharranum og stjóranum á Gjaldstovuni eftir reyv, so tað stóð eftir.
Framskrivaða fíggjarlógin vísti eitt undirskot á 144 milliónir krónur, áðrenn henda fíggjarlógin fór í holtur við at bøta upp á hana, ja undirskotið var umleið 200 milliónir krónur, um lønarframskrivingar eisini høvdu verið tiknar við.
Við einum óvanliga góðum búskaparvøkstri uppá 2,5 milliardir krónur seinasta valskeiðið megnaði undanfarna asosiala samgongan allíkavæl ikki at fáa yvirskot á fíggjarlógini í ár, og onki er komið á borðið, sum bendir á, at teir høvdu klárað at fingið yviskot í 2016 heldur. Alt var bara fuglar á takinum.

Og skuldi táverandi fíggjarmálaráðharra takast fyri fult, so skuldu fuglarnir á takinum kortini fíggja enn ein skattalætta.

So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu fráfarandi fíggjarmálaráðharrin uttan verulig boð uppá fleiri inntøkur ella sparingar kundi lova bæði ein skattalætta og avlop í 2016, tá útgangsstøði var eitt hall á 200 millónir krónur.

Júmen,  sum onkur hevði á orði, so minnir Fólkaflokkurin meira og meira um stýrið í Norðurkorea. Eingin yvir og eingin við síðuna av æviga forsetanum.

Og tá einasta liberala umboð floksins gav skarvin yvir, rann mær í huga, at hesir fýra stokkonservativu gubbarnir, sum mynda henda fyrr so frælslynta flokk, líka so gott kundu staðið uppi á balkongini í Kreml í Sovjet-tíðini og veitra niður til sínar undirkúgaðu veljarar.
Veljarar floksins og politisku grasrøturnar hava onki at siga, og kunnu ikki koma við mótvalevnum til sitandi formann, fyrst og fremst tí teir fýra stokkkonservativu tingmennirnir ikki vilja viðurkenna, at flokkurin hevur ein veldugan trupuleika.

Ja, fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hvørs borgarliga starv er løgreglumaður, ið sum kunnugt skal hondhevja landsins lógir, hann sigur alment,at hann er floytandi líkaglaður, um Landsrætturin staðfesir dómin, sum sigur, at skuldsetingarnar móti formanninum um brot á tolllógina, vóru rættar.

Og tað sigur ikki so lítið um objektivitetin og etikkin, sum tann føroyski Fólkaflokkurin, radikalt sjálvstýri, stendur fyri í dag.

Eingin annar flokkur her á landið ella í grannalondunum høvdu kunna liva við einari slíkari leiðslu.

Frank Davidsen
Sørvági

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.