Home VinnutíðindiFiskivinna   Ein almenn lygn

  Ein almenn lygn

by OML

Eg byrjað at sigla í ´74. Og havi siglt við trolara í 25 ár og 20 av teimum, sum stýrimaður/skipari. Eg havi nú roynt síðani fyrst august at fingið fatur á, uppruna tekningunum av lemmum, trolið og posa hjá Magnusi Heinasyni frá Havstovuni, skrivar Eyðun Hansen.

Eg fekk eina tekning av trolinum 16 09.  men tað vóru ongar at finna av lemmun, umborð á Magnusi. Tað er nakað sum ongin trolari ferð til fiskaríð við, uttan at hava umborð. So var fari at leita eftir tekningum á Havstovuni, tá komu teir fram á eina tekning av baksíðuni av einum lemmum frá des.2009. Men tær kunnu ikki brúkast, av tíð at tær vísa ongar ketur ella longd av ketum og stillingar av lemminum. Uppruna lemmar skuldi verið frá umleið 1985. Verksmiðjan sum gjørdi steinhamns lemmanr, gavst at gera lemmar mitt í 90 inum. Teir lemmanir fiskaði gott tá teir vóru nýggir, men mátti skiftast ofta, av tið at teir vóru ov veikir, skrædnaðu og blivu skeivir. Eg haldi at lemmarnir sum teir brúka nú eru styrktir og eru ikki sum uppruna lemmanir..

Magnus misti 1 lem fyri nøkrum áðrum síðani, tá bleiv so hin lemmurin sendur suður til Vágs, at gerða nýggjar lemmar eftur.

Posa tekningin er ikki funnin enn. Ein trolari kann koma út fyri at missa ein posa, men tað skal altíð vera ein tekning so man kann gerða ein nýggjan.

Í sendingini hjá KVF um banka toskin 04 12 2014 sær man hvussu illa weirurin liggur á trolspølinum hjá Magnus Heinasyni, tá ið teir gerða yvurlits kanningar á Føroya banka. Har eru fleiri løg ámuni ímillum bb. og stb. trolspøl. so diameturim ikki verður líka, tað gerð so at weir teljarin verður skeivur og synkroseringin fær skeivar upplysningar og vil javna trykki við at hála inn av øðrum spælinum og lorar út av hinum, tvs trolið verður hála skeivt og fiskar alt ov lítið.

So verður bara sagt, at ongin toskur er á bankanum. Og fiskimaðurin hevur dripið allan toskin.

Óljóð   

Á Havstovuni vita tey ikki um ljóðroynir av óljóði nakrantíð eru tiknar. Eitt skip sum gerð yvurlits trolingar skuldi gjørt hesar á hvørjum árið. Tað tekur ikki langa tíð 2-3 tímar og kostar ikki nógv. Óljóð styggjir fisk vekk frá skipinum, serliga á grunnum vatni td. á Føroya banka, í illveðrið hevur óljóð ikki so nogva ávirkan á fiskaríði, sum í góðun vegrið.  Vanligt er at skip larma meira eldri tey blíva.

Tey fyrstu árini var Magnus Heinason til vinnuligt fiskaríð nakrar vikur um árið, fyri at fíggja ein part av yvurlitstrolingnum hjá Havstovuni, men mátti gevast,  tí teir  fingu alt ov lítið av fiski, sjálvt um hini skipini fingu nógvan fisk. Longu fyri 30 árum síðani skuldi Havstovan biði um hjálp og kanna  hvat var galið og ikki bara siglt sín egna sjógv.

Tað eru fleiri góður menn við Magnus Heinasyni, sum vita nógv um trol, lemmar, óljóð o.a.. Men teir som sita í Nóatúni, og hava lisi seg til serfrøðingar lurta ikki eftur teimun, sum hava alla vitanina um skip og útgerð

Út frá øllum hesum óskilinum má eg siga, at allar yvurlits trolingarnar eru óbrúkuligar. ICES hevur fyngi skeivar upplysingar. Polittikarar og almenningur fáa eina skeiva fatan av veruleikanum.

Magnus brúkar umleið 10 vikur yvurlitstrolingar um árið, 70 dagar x 3500 litrar av olju 245.000 litrar av olju. Og einir 20 – 25 mans skulla hava løn.Tað er nogvur peningur at brúka til óseriøsar kanningar i bert vreingja veruleikan, td hava skip bjóða seg at toga við síðuna av Magnus Heinasyni, fyri at sammeta úrslit, men til fánýtis

Havstovan hevur í ára 10ir havt møguleika at nítt egnaði skip til at endamálið,men hevur blankt nokta. Tað er ein gáta fyri mong, hví teir eru so bangnir fyri at sanleikin um teirra virksemi á sjógvi verður avdúkaður.

Nú nýtt skip skal byggjast fyri 215 mill, skullu mannagongdir,útgerð broytast/stillast og verða undir efturliti av røttu viðkomandi og ikki av fiskifrøðíngum. Landstýrismaðurin má eisini fáa ein annan trolara út á Føroya banka og  landgrunnin Fyri at kanna hvussu stórur toska stovnurin veruliga er, ikki bert gita sum nú.

Vestmanna 30 – 11- 2015

Eyðun Hansen

Mynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.