Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett nýtt kringvarpsstýri.
Tað eru 7 limir og varalimir í kringvarpsstýrinum. Av hesum hava politisku flokkarnir í Løgtinginum tilmælt 4, landsstýriskvinnan hevur valt 2 meðan 1 er starvsfólkaumboð.
Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, hvussu nýggja stýrið verður skipað millum limirnar.
Nýggja kringvarpsstýrið situr til 31. desember 2022.
Limir:
Elin Winther Poulsen, forkvinna, løgfrøðingur/journalistur, Hoyvík
Katrin Petersen, næstforkvinna, journalistur, Sandur
Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, Hoyvík
Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík
Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar
Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn
Varalimir:
Dorit Hansen, ritstjóri, Hoyvík – fyri Elina Winther Poulsen
Beinta Gregersen, samfelagsfrøðingur, Klaksvík – fyri Katrina Petersen
Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyrisiting, MA í løgfrøði, Hvalba – fyri Ragnar Joensen
Annika Eidesgaard, lærari, Tvøroyri – fyri Theodor Eli Dam Olsen
Ólavur í Geil, BA (hons) Events Management, Tórshavn – fyri Gunvá við Keldu
Otto Gram, lærari, Tvøroyri – fyri Jóhan Petersen
Carsten M. Arnskov, tøkningur, starvsfólkaumboð, Tórshavn – fyri Beintu Løwe