Í 2018 vóru 9,44 milliardir útgoldnar í lønum. Tað 5,4% meira enn í 2017. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðini.
Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri 2018 eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar hjá løntakarum eftir bústaðarøki.
(trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.
Stutt um trendin
Við trendinum faá vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í lønargjaldingunum.
Trendurin er eins og árstíðarjavnaði tøl reinsaður fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum.