Home Ung & Ítróttur Altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine” í Føroyum í 2020

Altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine” í Føroyum í 2020

by OML

Úrslit av áralangari gransking

Úrslit av áralangari gransking Seinastu 15 árini hava altjóða viðurkendu fysiologarnir, Peter Krustrup og Magni Mohr, granskað í heilsuárinum av Football Fitness ella heilsfótbólti í verkætlanum runt allan heimin. Í dag eru 150 vísindaligar útgávur komnar í altjóða tíðarrit, og konseptið er kannað vísindaliga í øllum aldursbólkum frá 7 ára gomlum børnum til 80 ára gomul. Eisini er konspetið kannað sum viðgerð av fleiri sjúklingabólkum og er m.a. partur av viðgerðini av prostatakrabba í danska heilsuverkinum. Fleiri reviewgreinar eru skrivaðar umframt metaanalysukanningar, sum staðfesta vísindaliga, at talan er um ein sterkan heilsufremjandi venjingarhátt. Í løtuni leiða teir báðir verkætlanir í 25 ymiskum londum í fimm heimspørtum.

Football is Medicine platformurin

Tískil varð altjóða pallurin, Football is Medicine, settur á stovn í 2018 og fyrsta vísindaliga ráðstevnan varð hildin í Portugal í fjør við 350 læknum, fysiologum, sálarfrøðingum og øðrum heilsugranskarum. Onnur ráðstevnan varð síðan hildin á Syddansk Universitet fyri fáum døgum síðani við symposium innsløgum 21-24 januar. Umleið 200 tóku lut í ráðstevuni, sum var skotin ígongd av m.a. danska ministaranum, Evu Kjer Hansen og varaforsetanum í UEFA, Karl-Erik Nilsson.

Vísindaliga innihaldið

Vísindaliga innhaldið, sum varð lagt fram var breitt. Byrjað varð fríggjadagin við m.a. fyrilestrum frá danska professaranum og hjartalæknanum, Peter Riis Hansen, sum legði fram sterk úrslit um fóltbóltsvenjing sum viðgerð av hjarta-kar-sjúkum, meðan Magni Mohr legði fram føroysk úrslit av fótbóltsvenjing fyri kvinnur við ov høgum blóðtrýsti. Týski sálarfrøðingurin, Anne-Marie Elbe, hugleiddi eisini um motivatión og fótbóltsvenjing, har fótbóltsvenjing varð staðfest sum sera motiverandi venjingarháttur. Eitt hæddarpunkt var eisini høgtvirdi kanadiski læknin og professarin, Karim Khan, sum eisini er ritstjóri í tíðarritinum ”Bristish Journal of Sports Medicine”, sum hugleiddi um ”Exercise as Medicine”. Brasilianski ítróttarfysiologurin, Maysa de Souse, greiddi frá góðum úrslitum í sambandi við viðgerð av typu 2 diabetes í Sao Paulo, meðan týski læknin, Tim Meyer, hugleiddi um skaðar og fótbóltsvenjing fyri vanlig fólk og sjúklingar. Leygarmorgunin vóru m.a. fyrilestrar um heilsuárinini av fótbóltsvenjing fyri børn við dømum úr Danmark, Onglandi og Portugal, umframt fótbóltsvenjing, sum viðgerð av monnum við prostatakrabba og kvinnum við bróstkrabba, sum granskarar av Ríkissjúkrahúsinum løgdu fram. Eisini legði May-Britt Skoradal, phd-lesandi á Fróðskaparsetrinum fram síni úrslit við venjing av eldri við prediabetes, meðan amerikanski læknin, Felipe Lobelo, greiddi frá sínum góðu royndum við diabetessjúklingum á universitetssjúkrahúsinum í Atalanta, USA. Seinnapartin hoyrdu vit kenda danska professaran, Per Aagaard, vísa á stóru árinini á styrki og beinagrind av fótbóltsvenjing, meðan italski professarin, Pasqualina Bueno, tosaði um árinini av fótbóltsvenjing á lívfrøðiliga aldring og aktivering av heilsufremjandi genum við venjing. Seinasti parturin av ráðstevnuni viðgjørdi, hvussu Football Fitness kann skipast í verki og í heilsuverkinum við dømum úr Danmark og Portugal.

Tórshavn 2020

Peter Krustrup, formaður í Football is Medicine samtakinum, tók so samanum ráðstevnuna, og kunngjørdi, at komandi ár verður triðja altjóða ráðstevnan, Football is Medicine, í Tórshavn, har Fróðskaparsetrið, Fótbóltssamband Føroya og Fólkaheilsuráðið saman við Tórshavnar Kommuna vera vertir. Magni Mohr endaði við einum kunnandi uppleggi um komandi ráðstevnuna og bjóðaði øllum vælkomin til Føroyar í januar 2020.

Fólkaheilsuráðið

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.