Í dag fær Javnaðarflokkurin ein nýggjan tingmann. Tað er Hilbert Elisson, sum tekur sæti á tingi fyri Kristin Michelsen, ið hevur biðið um farloyvi.
Hilbert Elisson, sum er úr Vestmanna, er 44 ára gamal, byggifrøðingur og arbeiðir vanliga sum verkætlanarleiðari í byggideildini hjá Landsverki. Hilbert er í bygdaráðnum fyri Vestmanna kommunu, har hann er formaður í teknisku nevnd umframt limur í fíggjar- og havnanevnd.
Hilbert Elisson verður í tinginum, til Kristin Michelsen boðar frá, at hann kemur aftur.
Javnaðarflokkurin fegnast um, at nýggjar røddir fáa møguleika at royna seg á tingi og ynskir Hilberti Elisson vælkomnum.