Yvirlitstrolingin á Føroyabanka í mars vísti, at toskurin framvegis ikki er komin fyri seg. Toskurin var tó sera væl fyri og nógv var til av nebbasild.
Tað var sera nógv til av hýsu, tað mesta síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1983.
Veðrið var ringt og bert 15 av 29 fiskistøðum vórðu tiknar.
Les meira um túrin við at trýsta her.