P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.
Vágatunnilin
Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2018 gjørdist eitt avlop á 4,1 mió. kr. Umsetningurin var 14,7 mió. kr. Í Vágatunlinum koyrdu 896.864 akfør gjøgnum tunnilin, 57.114 fleiri enn í 2017, ein vøkstur á 6,8%. Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.301 akfør í miðal hvønn dag í 2017.
Norðoyatunnilin
Úrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,4 mió. kr. Umsetningurin var 19 mió. kr. í 2018 og 21 mió. kr. í 2017. Orsøkin til minni inntøkurnar er, at prísirnir, fyri at nýta tunnilin, lækkaðu í 2018. Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.217.826 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 7% í mun til 2017, tá 1.138.369 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2018 hevur verið 3.337 akfør/døgn í miðal, í mun til 3.119 akfør/døgn í 2017.
Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vórðu nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.