Bátafestivalurin hevur okkurt til øll, og sjálvandi er eisni nógv til børnini. Fleiri av ymisku barnatiltøkunum byrja, tá bátarnir leggja at í bátahylinum um 14-tíðina.
Hoppiborgir eru altíð eitt hitt børnunum, og í ár kemur Tatanka við fleiri ymisum hoppiborgum, har av ein heilt nýggj og spennandi hoppiborg.
Andlitsmáling dáma børnum sera væl, og møguleiki verður fyri at verða málaður í tjaldinum frá klokkan14.00.
7D biografur hevur fyrr verið við á Bátafestivalinum á Toftum, og í ár verður aftur møguleiki fyri at síggja 7D á festivaløkinum.
Fyri tey minstu er skattaveiða hjá sjónrænarum. Skattakortið verður tikið fram, og sjónrænararnir fara at leiða børnini gjøgnum ein spennandi gongutúr á bátafestivaløkinum fyri at finna skattin.
Vælkomin á Bátafestival á Toftum