Home Fólk & Samfelag Hjálpið okkum at hjálpa børnum og ungum í Føroyum

Hjálpið okkum at hjálpa børnum og ungum í Føroyum

by OML

Sum felagsskapur arbeiða vit við at hjálpa børnum og ungum við foreldrum, sum hava rústrupulleikar. Umframt hesum arbeiða vit við familjunum og við at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsaka av rúsi ella gerast bundin. Hetta er eitt sera tíðandi arbeiði, ið kann gera stóran mun í lívinum hjá hesum fólkum.

Hetta arbeiði er eisini sera umfatandi og fyri at fíggja arbeiðið hava vit eina landsinnsavnan. Tí vilja vit í hesum sambandi spyrja um stuðul. Peningurin í ár fer til verkætlanirnar ‘Øll hava rætt til góð barnaár‘ og ‘Liv Lívið‘.
Øll hava rætt til góð barnaár

Her eru nøkur dømir uppá hvat børn og ung hava sagt í bólkinum:

  • Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað er ikki mín skyld, at mamma drekkur
  • Genta 14 ár: “Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
  • Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg”

Liv Lívið

Her eru dømir uppá hvat ungdómar hava sagt um Liv Lívið:

  • Liv lívið bjargaði mær tá lívið varð tungt” – gestur, ið fekk prát og hjálp í bingjuni hjá Liv Lívið
  • Teltplássi er cool. Har yvri er fínt um man tímur at lurta. Men hetta staðið stýrir øllum!” – gestur á G”
  • tit og samarittarnir eru tey viktigastu á festivalinum” – ein drongur, ið var komin illa fyri og vit fingu hjálpt.

Tit kunnu flyta gávu á konto:
Betri Banki 9181-495.393.4
Bank Nordik 6460-419.693.9
Norðoya Sp. 9865-101.533.2
Suðuroyar Sp. 9870-405.626.5

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.