Fyrra hálvár royndist væl hjá BankNordik-samtakinum, sum í dag hevur kunngjørt hálvársroknskapin. Hóast lága rentustøðið framhaldandi er ein avbjóðing fyri inntøkurnar hjá bankanum, stendur virksemið hjá samtakinum seg væl á øllum økjum. Útlitini fyri árið eru nú betri enn upprunaliga væntað.
”Vit eru væl nøgd við úrslitið, sum hóast avbjóðandi marknaðarumstøður er merkt av øktum virksemi og hóvligum útlánsvøkstri. Eisini hava nýggj átøk og tænastur til kundar okkara sett sín dám á fyrra hálvár. Eitt nú hava vinnukundar víst stóran áhuga fyri nýggja fíggingarmøguleikanum til nýskapandi verkætlanir gjøgnum InnovFin, og privatkundar hava tikið væl ímóti Apple Pay, sum kom til Føroya í mai,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Tað var í juni, at BankNordik sum tann fyrsti peningastovnurin í Føroyum og Grønlandi gjørdi avtalu við Evropiska Íløgugrunnin, ið gevur bankanum betri møguleika at veita nýhugsandi fyritøkum lán við lagaligum treytum gjøgnum InnovFin. Nógvar føroyskar fyritøkur arbeiða í løtuni við nýhugsandi tænastum og verkætlanum, og bankin væntar tí, at eftirspurningurin eftir nýggja fíggingarmøguleikanum fer at halda fram.
Virksemið hjá dótturfeløgum bankans hevur eisini staðið seg væl ársins fyrstu seks mánaðir. Inntøkurnar hjá Trygd hækkaðu, og kundarnir boðaðu frá færri skaðum enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið skaðatalið var lutfalsliga høgt. Eftirspurningurin eftir bústøðum er framhaldandi stórur, og tað sæst aftur í virkseminum hjá Skyn, ið hevur avgreitt á leið 140 ognarsølur fyrra hálvár.
Umframt menning av nýggjum tænastum lat BankNordik í juni 150.000 kr. í út-búgvingarlegati til tveir føroyskar skúlanæmingar, sum fara undir nýggja og fjølbroytta studentsútbúgving í Norðuratlantshavi, har skúlatíðin verður býtt millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland. Endamálið við legatinum er at stuðla føroyskum ungdómi í at mennast bæði fakliga og mentanarliga.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt gjørdist 151 mió. kr. samanborið við 207 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018. Fyrra hálvár 2018 var merkt av 88 mió. kr. í stakinntøkum, ið m.a. stavaðu frá søluni av høvuðssæti bankans.
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 81 mió. kr. samanborið við 88 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
- Bankin førdi aftur niðurskrivingar av útlánum fyri 72 mió. kr. samanborið við 54 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
- Rakstrarúrslitið gjørdist 153 mió. kr. samanborið við 142 mió. kr. sama tíðarskeið í 2018.
- Útlán bankans hækkaðu úr 9,7 mia. kr. fyrra hálvár í 2018 upp í 10,1 mia. kr.
- Realkredittlán hækkaðu úr 11,9 mia. kr. fyrra halvár í 2018 upp í 12,6 mia. kr.
- Innlán bankans hækkaðu úr 13,1 mia. kr. fyrra hálvár í 2018 upp í 14,1 mia. kr.
- Solvensurin hækkaði úr 18,5% fyrra hálvár 2018 upp í 19,6%.
- Leiðslan varðveitir væntanirnar um eitt rakstrarúrslit fyri roknskaparárið 2019 áðrenn niðurskrivingar millum 160 og 200 mió. kr. (fyrra hálvár 2019: 81 mió. kr.).
- Tann 22. juli 2019 boðaði BankNordik frá, at væntanirnar til nettoúrslitið fyri 2019 vórðu hækkaðar úr 100-150 mió. kr. til 150-200 mió. kr. (fyrra hálvár 2019: 118 mió. kr.) orsakað av afturførdum niðurskrivingum.