Home Fólk & SamfelagPolitikkur SKORHEIM FER BERT AT RØKJA ANNAÐ STARVIÐ

SKORHEIM FER BERT AT RØKJA ANNAÐ STARVIÐ

by OML

Mínar privatu fortreytir eru broyttar, tí vit júst eru blivin foreldur fyri stuttari tíð síðani, og vil eg tí eisini hugsavna meg um tað. Tí havi eg avgjørt, at frameftir ætli eg mær ikki at røkja tvey politisk størv av hesum slagi og verði eg valdur í løgtingið, leggi eg frá mær sum borgarstjóri á nýggjárinum, sigur Jógvan Skorheim.

Verður Jógvan Skorheim valdur á løgtingsvalinum síðst í august, leggur hann frá sær sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum.

Seinastu fýra árini hevur Jógvan Skorheim verið løgtingsmaður, samstundis sum hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvík.

– Nú eru mínar privatu fortreytir broyttar, tí vit júst eru blivin foreldur fyri stuttari tíð síðani, og vil eg eisini hugsavna meg um tað. Tí havi eg avgjørt, at frameftir ætli eg mær ikki at røkja tvey politisk størv av hesum slagi og verði eg valdur í løgtingið, leggi eg frá mær sum borgarstjóri á nýggjárinum, sigur Jógvan Skorheim.

Jógvan Skorheim tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í 2013 og fekk framúr val á kommunuvalinum í 2016. Frá 2011 til 2013 var hann varafólk í løgtinginum, og í 2015 varð hann valdur í løgtingið.

– Eg havi áðrenn onnur val sagt, at eg var sinnaður at røkja størvini sum borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis. Nú mínar fortreytir eru broyttar, og eg havi tikið nýggja avgerð, vil eg boða veljaraunum frá hesum. Eg vil spæla við opnum kortum, tí tað er tað greiðasta fyri bæði meg og veljararnar, sigur Jógvan Skorheim.

Jógvan Skorheim hevur verið formaður í Sjálvstýri síðani 2015, og hann heldur, at hann hevur stóra ábyrgd í hesum álitissessi.

– Sjálvstýri hevur ein týðandi leiklut á miðjuni í føroyskum politikki. Sjálvstýri kann byggja brýr millum blokkarnar í føroyskum politikki, og vit kunnu vera við at finna skilagóðar semjur, sum strekkja seg longri enn eitt valskeið og sum kunnu føra føroyska samfelagið fram á leið. Vit liva í stórum broytingartíðum, og tí er umráðandi, at vit varðveita okkara føroyska samleika og finna tær góðu loysnirnar fyri okkara land, sigur Jógvan Skorheim.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.