Tað eru nógv fólk sum bjóða seg fram at leiða Føroyar. Nú um dagarnar frættist at Árni M. Dam hevði valt at stilla upp á listanum hjá Framsókn. Hetta er ikki hvør sum helst, og tí havi eg valt, at gera eina lýsing av vinnulívs-manninum Árna M Dam. Vit kunnu siga, at talan er um ein av tungu dreinginum í Føroyska samfelagnum, sum hevur sett størstu fingramerkið á okkara fiskivinnusøgu tey seinastu 20 árini.
Uttanlanda verður oftani tosa um, at tað í politikki oftani eru persónar ið verða valdir, ið hava lítið tilknýtið til vanliga arbeiðsmarknaðin og at hetta kann verða ein trupulleiki og kann ávirka tað politiska arbeiði. Tí er tað positivt, at vit í Føroyum eisini hava fólk við drúgvum royndum innan okkara høvuðsvinnu og breiða vitan um samfelags- og fíggjarviðurskiftir sum vilja verða við til, at leiða hetta land.
Virkin á nógvum økjum
Verið sjómaður og skipari í mong ár, virkiseigari, reiðari, virkin í nevndararbeiðið og heili 16 ár í kommunalpolitikki. Og nú ætlanir um at fara inn í landspolitikk. Her er lýsing av Árna M. Dam, og hansara politisku visiónum.
Bláa Bókin hjá Árna M Dam
- Býráðslimur
- Borgarstjóri
- Fiskiskipari
- Reiðari
- Stjóri í P/F Jómar
- Formaður í Línufelagnum
- Skrivari í Reiðarafelagnum
- Nevndarformaður í P/F Net hjá Føroya Tele
- Næstformaður: Vestnorden
- Næstformaður í Framtaksgrunninum
- Við í Nýskipunarbólkinum – Fiskivinna
- Nevndarlimur:Kollafjørð Pelagic
- Nevndarlimur í Fiskavirking
- Frítið:
- Bridg Landsliðspælari
16 ár í Kommunupolitikki
Árni M. Dam sigur at, hann var við til og at útbyggja barnaskúlan á Oyrabakka og var hetta eisini ein spennandi tíð. Eisini fingu vit ein nýggjan barnagarð. Samstundis valdu vit at nýta grót og avgrevstur til at planera eitt stórt handilsøkið. Í dag er hetta ein kraftdepil í kommununi við nógvum handilsvirksemið og fegnist um at hetta strategiska arbeiði gav frukt mong ár eftir vit gjørdi økið klárt.
Stór tøk innan fiskivinnuna, sum fingu samfelagssligan týdning
Eg var við til at endurstovna Línufelagið og var eg eisini nøkur ár formaður. Tá politiska skipanin valdi at taka av okkara rættindum í einum fiskiárið, valdu vit at leggja sak í mótið Fiskimálaráðnum og fingu vit staðfest, at tað ikki var lógligt, sum tá var gjørt og fingu limirnir í Felagnum Línuskip, endurgjald frá landinum.
Fiskidagaskipanin og nýggj rættindi undir Føroyum
Árni M. Dam var eisini við til at gera fiskidagaskipanina miðskeiðis í 1990´unum. Sum skrivari í Reiðarafelagnum gjørdi hann frágreiðing, ið var við til, at undirbyggja tað grundarlag, ið lá aftanfyri okkara krav, at áseta okkum makrelrættindi í føroyskum sjógvi.
Hetta arbeiði var sett ígongd av Viberg Sørensen, ið var formaður í reiðarafelagnum og var tað fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard ið tordi at fremja hesa djørvu ætlan sjálvt um nógv vóru ímótið.
Fiskivinnunýbrot
At vit fingu fiskidagar og at vit hava ásett okkum nýggja fiskivinnurættindi í føroyskum sjógvi eru stórstu fiskivinnuframbrot nakrantíð. Og her hevði Árni Matras Dam sín týðandi leiklut. Hann sigur at enda í viðtalu við 24.fo, at tað verður ikki við hansara atkvøðu at fiskidagaskipanin verður broytt aftur til eina kvotuskipan undir Føroyum. Eg vil takka Árna M. Dam fyri samrøðuna.
Politikkarin Árni M. Dam
Frælsi hjá hvørjum einstøkum at virka í samfelagnum sum heild, vinnuliga og persónligt
Eiga at fáa enn meira burtur úr fiskivinnuni enn vit fáa í dag.
Sjúkrahúsverkið skal hava tær bestu umstøðurnar og í tí smbandi fari eg serliga at virka fyri, at uppafturvenjing eftir sjúkralegu er á hægsta møguliga støði.
Les her um nøkur av hjartamálinum hjá Árna av FB vanganum hjá honum
Frá ungum av havi eg havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hesin áhugi er bert vaksin við árunum. Tað er hesin áhugi, ið nú fær meg at stilla upp fyri Framsókn.
Framsókn leggur stóran dent á frælsi. Frælsi hjá hvørjum einstøkum at virka í samfelagnum sum heild, vinnuliga og persónligt og ikki minst at gera Føroyar meira sjálvstøðugt, at virka í heiminum.
Verið eg valdur, so fari eg at gera mítt besta á øllum økjum, men eg fari at leggja serligan dent á vinnulívið. Eg havi serliga stóran áhuga í, at vit hava eitt vælvirkandi vinnulív og somuleiðis bestu umstøður fyri íverksetarar. Um hesi viðurskifti eru í lagi, so kunnu vit fáa eitt fjølbroytt og livandi vinnulív.
Eg meti, at vit eiga at fáa enn meira burtur úr fiskivinnuni enn vit fáa í dag.
Sjúkrahúsverkið skal hava tær bestu umstøðurnar og í tí smb. fari eg serliga at virka fyri at uppafturvenjing eftir sjúkralegu er á hægsta møguliga støði, tí tað er ein stór og góð íløga bæði persónligt og ikki minst fyri samfelagið, at fólk skjótt koma fyri seg og aftur blíva virkin í samfelagnum.
Somuleiðis vil eg eisini av heilum hjarta arbeiða fyri, at minnilutabólkar, veik, sjúk og eldri verða virdir og kunnu virka og kenna seg eins væl og onnur í samfelagnum. Vælferðarsamfelagið skal verða fyri øll ‼
Ein grønur orkupolitikkur er avgerandi. Vit eiga at síggja grønu umleggingina, sum eina íløgu sum skal gera, at vit blíva meira sjálvbjargin við orku í framtíðini.
Fyri at skapa góðan trivna á hesum klettum, er neyðugt at vit fara at føra ein meira konjunkturútjavnandi fíggjar- og vinnupolitikk. Tað ber ikki til, at m.a., ungdómurin keypir dýr hús í einum “sjálvskaptum “ hákonjunktur tíðarskeiði og fyri síðan nøkur ár seinri, tá stór niðurgongd er í búskapinum, at noyðast at ríma frá húsi og heimi fyri møguliga at flyta av landinum. Hetta fyribrygdi hava vit sæð alt og oftani. Tí fer Framsókn á val við slagorðinum “haldføri – fyrst og fremst”
Um tú er samd/ur í teimum málsetningum, ið eg havi sett mær, og um tit meta meg verða føran fyri at gera mína ávirkan galdandi á hesum økjum, so eru tit vælkomin at stuðla mær til løgtingsvalið 31. august. Kelda FB
——————————————————————————————
Framtíð er bjørt um vit raðfesta haldføri í búskapinum fremst.
Kelda: Árni M. Dam á FB
Ein tann størsta avbjóðingin, eftir mínum tykki er, at fáa haldføri at verða eitt varandi fyribrigdi í búskapinum, ein viti sum øll politiska skipanin stevnur ímóti. Í løtuni sær út til at vit eru á einum aldu toppi og tí mugu vit verða sera varin við at seta meira ferð á.
Orði “yvirupphitaður búskapur” er nærum ikki at finna í hesum valstríðnum, serliga tá hugt verður eftir vallyftunum hjá fleiri av flokkunum. Serliga Fólkaflokkurin skilir seg burtur út, men eg rokni við at fólk, eftir hondini, klára at lesa teir av. Hjá Fólkaflokkinum er einki er einki nýtt undir sólini: Teir set familjuna, og sosial virðir í hásæti – tveir mánaðir undan hvørjum vali og tá so valið er yvirstaðið, tá er tað teir/tey sum stuðlaðu mest til valstríði, sum fáa hægstu prioritering. At lova stórar skattalættar í einum yvirupphittaðum búskapi, er sum at stoyta bensin á bálið og kemur tí, at raka familjurnar sum ein bumerang, tí alt gert dýrari. Tað sama er galdandi við avtøku MVG’num til hús. Síðan marknaðarbúskapur kom úr vøgguni, hevur príslegan lagt seg eftir hvat útboð og eftirspurningi er, og í løtuni mangla handverkarar og hús. Tað átti ein flokkur sum “kallar” seg vinnuflokkur at vita. Tað einasta sum kann lækka um prísin út frá teirra uppskotum, er avtøkan av rentustuðulinum, tað tekur jú keypiorku frá fólki.
At búskaparfrøðingar og onnur nú ávara um niðurgongd í heimsbúskapinum, skulu vit sjálvandi taka í størsta álvara, men søguliga sæð er tað úrtøkan av botfiskaveiðuni við Føroyar, sum hevur havt størstu ávirkanina á hvussu gongdin hevur verið í búskapinum her heima. Hettar sjálvt um vit hava havt fleir rættindir aðrastaðni. Peningurin í fyrsta liði, frá veiðuni, undir Føroyum kemur á nógvar hendur og kemur tí í stóran mun í umfar í samfelagnum beinan vegin.
Ein stór broyting er tó hend. Vit hava havt eitt tað longsta tíðarskeið í mannaminni, har lítil ella eingin botnfiskur hevur verið á Føroyagrunninum, men ongantíð hevur tað gingið so væl í Føroyum, sum í hesum sama tíðarskeiðinum. Hetta er fyrst og fremst tann góða gongdin í ali- og uppsjóvarvinnuni at takka fyri. Tí kann sigast at Føroyar eru í eini heilt aðrari støðu í dag – enn fyri 10 árum síðan. Sannlíkindini eru munandi betri fyri at búskapurin í Føroyar ikki nýtist at hava somu stóru útsvingini, sum vit hava uppliva frammanundan. Hendan góða gongd hevur eisini við sær, at tað er størri møguleikar fyri politiskar stýringini, so at útsvingini í búskapinum ikki verða so stór. Millum annað, kann búskapargrunnurin gerast eitt gott amboð at stýra útsvingunum í búskapinum. Tí skulu vit styrkja um búskapargrunnin í góðum tíðum, fyri at hava pening til almennar útbyggingar og viðlíkahald í niðurgongstíðum.
At skip og bátar nú aftur fáa nógvan fisk, hevur eina sera jaliga ávirkan á fólk og gevur eina størri vón fyri framtíðini. Hettar saman við jaligu gongdini í ferðavinnuni gera, at tað er grund til at halda, at framtíðin er bjørt fyri Føroya Land, um vit raðfesta haldføri – fyrst og fremst, sjálvt um svørt skýggj eru at hóma úti í sjónarringinum, hvat viðvíkur heimsbúskapinum.
Eg havi ongan skattalætta sum vallyfti, sum búskapurin er í løtuni – eg fari fyrst og fremst, at arbeiða fyri, at tey sum enn ikki hava somu møguleikar, pensjónistar og onnur, sum ikki eru vinnufør – verða lyft upp, so tey eisini kunna merkja góðu tíðirnar, sum eru í Føroyum í dag. Eisini skulu vit fáa okkara heilsuverk og viðgerartrygd upp á sama støði, sum í okkara grannalondum. Kelda: FB
Grein á 24.FO frá septembur 2018
Limur í Nýskipanarbólkinum mælir staðiliga frá at innføra kvotir til botnfiskaveiðu
Árni M. Dam í hevur verið fiskiskipari í mong ár og var við til at gera fiskivinnulógina í 1995-96 og var sum einasti royndir fiskimaður við í Nýskipanarbólkinum.
Hann sigur at samanbera Barentshavið og føroysku grunnarnar er nærum tað sama, sum at samanbera landbúnaðin í fjallalandinum Sveis við landbúnaðin í landbúnaðarlandinum Póllandi. Víðari sigur hann at tað er ein stór misskiljing tá tað verður sagt at stovnarnir verða betur røktir undir eini kvotaskipan. Fiskidagaskipanin er ein etisk røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl ella betur enn kvotur, men ein fortreyt er, at hon má stillast rætt.
Les her brot úr tí sum Árni M. Dam skrivaði í Nýskipanaralitinum á síðu 245-246
Tað hevur ofta verið ført fram, at tað er nógv betur at stýra fiskiskapinum við kvotum. Víst verður til, at nøkur av okkara grannalondum hava megnað at hildið t.d. botnfiskastovnarnar nógv størri enn okkara við Føroyar. Eitt, ið hevur verið víst á sum sera góð umsiting, er t.d. toskastovnurin undir Íslandi. Her má vist talan vera um eina misskiljing, tí besta veiðan hjá íslendingum av toski, er sjáldan ella ongantíð komin upp á at tað sum eingilskmenn fiskaðu sum miðalár yvir longri tíðarskeið.
At samanbera skipini, ið fiska í Barentshavinum við tey, sum fiska undir Føroyum er heilt burturvið, tí at kvotan í Barentshavinum er keypt við, at vit gjalda við uppsjóvarfiski og fáa síðani rættindi at veiða botnfisk í Barentshavinum. At fara og gera samanbering av rakstrinum hjá skipum undir so ymiskum fortreytum gevur onga meining.
Veiðiøkini í Íslandi, Noregi, í Barentshavinum o.s.fr. eru heilt ymisk frá veiðiøkjunum undir Føroyum. Í Barentshavinum kanst tú toga í dagavís uttan at broyta kós, og hava nærum sama %-býti av fiskasløgunum í veiðuni.
Undir Føroyum er heilt øðrvísi. Skapið av botninum í Føroyska økinum ger, at tað er ein sera lítil partur, har tú fært tey fiskasløgini, sum hava ein skjótan vøkstur, so sum tosk, hýsu og upsa(sí mynd 8). Botnformur og samanseting broytist alla tíðina soleiðis at sera torført er at fiska beinleiðis eftir einum ávísum fiskaslagi t.d. toski ella hýsu. Eitt tog ella ein seta kann hava eitt ávíst %-býti av fiskasløgum og um toga ella sett verður aftur í slóðina, so kann %-býti verða heilt øðrvísi.
Verða kvotur nýttar at stýra fiskiskapinum við soleiðis, at eitt ávíst tonsatal skal fiskast av hvørjum fiskaslagi sær, so má fiskiskapurin støðga, tá ið kvotan er rokkin.
Hettar ger, at í blandingsfiskiskapi er sera stórur vandi fyri “High grading”, á Landgrunninum og á Føroyabanka. Bæði tá tosað er um at sortera smærri fisk frá og tá tey skjótu skiftini eru millum toskastovnin og hýsustovnin, sum er nærum ómøguliga at taka hædd fyri, í eini kvotaásetanini. Hetta vita allir, ið hava veitt undir Føroyum. Hetta var eisini tað, ið hendi undir royndini við kvotum í 1996.
Verður nýggj skipan gjørd við kvotum, har ongi veiðiloyvir eru, so er vandin upp aftur størri fyri “High grading”, tá einki kontroll er við veiðuorkuni.
Har sum kvotur eru ásettar hava loyvini minkað skjótt, og í takt við, at loyvini fækkast hevur insitamentið fyri at blaka fisk út aftur, tí hvørt loyvið hevur havt nokk av kvotu. Tó so kortini er tað sera sannlíkt, at stór útblaking er, tí har kvotur eru ásettar, verður í meðal fiskað munandi minni, enn áðrenn kvotur vórðu ásettar.
Hesin trupulleikin er ikki til staðar, um fiskidagar verða brúktir, og tá er ikki neyðugt við loyvum.
Fiskidagaskipanin er ein etisk røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl ella betur enn kvotur, men ein fortreyt er, at hon má stillast rætt.