Føroyar og ES hava í dag gjørt semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2020, har kvotabýtini í tonsum verða varðveitt óbroytt. Samráðingarnar fóru fram í Tórshavn í dag og í gjár.
Hinvegin verða stórar broytingar framdar í atgongd fyri svartkjaft, norðhavssild og makrel.
Atgongdin hjá føroyskum skipum at veiða svartkjaft í ES sjógvi hækkar við 15.000 tonsum, úr 22.500 tonsum upp í 37.500 tons, sum er ein øking á umleið 67 prosent.
Atgongdin hjá føroyskum skipum at veiða norðhavssild í ES sjógvi hækkar við 2.500 tonsum, úr 4.500 tonsum upp í 7.000 tons.
Atgongdin hjá føroyskum skipum at veiða makrel í ES sjógvi hækkar við 10.166 tonsum, úr 24.690 tonsum upp í 34.856 tons.
Við samráðingarlok vóru Føroyar og ES eisini samd um at fara undir eina tilgongd at nútíðargera sínámillum samstarvið um fiskirættindi.
Mynd: Fabrizio Donatella, ES samráðingarleiðari og Herluf Sigvaldsson, formaður og føroyskur samráðingarleiðari