Í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni.
Í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni.
Ein dumpari bakkaði útav ovarliga í grótbrotinum, har hann skuldi vippa eitt less av.
Av enn ókendum orsøkum fer dumparin á glið niður eftur skráanum, og endar á takinum í einum 3 metra djúpum hyli.
Sjúkrabilur, sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vóru skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at ikki var lætt at bjarga føraranum, tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons og trupult var sleppa tætt at vanlukkustaðnum.
Førarin – ein 73 ára gamal maður – bleiv staðfestur deyður á staðnum, eftir at hann var bjargaður út úr førarahúsinum.
Arbeiðseftirliið og politiið gera nærri kanningar av óhappinum.
Avvarðandi eru kunnaði.