Er møguligt at seta fulla ferð á samfelagið aftur undir tryggum umstøðum og uttan vanda fyri spjaðing av korona virus. Hetta er tann mest átrokandi spurningur at fáa lýstan nú.
Í dag hava vit eina strategi har sagt verður, at vit ikki skulu savnast, halda frástøðu, gott reinførið, og har alt samfelagið meir ella minni liggur stilt.
Eftir at fólkið ið her býr hevur fylgt øllum leiðbeiningum frá mynduleikunum, hava vit megna at niðurbart hervuligu og vandamiklu COVID-19 smittuni, hetta er at fegnast um.
Tí gevur tað ikki meining at tilvildarlig fólk sum koma luftvegis ella sjóvegis fáa bjóða sjálvboði sóttharhald heima við hús ella hjá familju. Hetta gav kanska meining at byrja við, men í dag er hetta ikki eing gongd leið. Tí er at fegnast um, at løgmaður nú skrivar á VP 19-04.2020
” Í løtuni arbeiða vit við, hvussu gerast skal í sambandi við innkomandi ferðslu til landið, men vit vita ikki neyvt enn, hvussu tað verður gjørt, men tað verður strammað upp, sigur løgmaður í viðmerking til VP”.
“Petur Østergård fiskadjóralækni og specialistur í niðurberjan av ILA skrivar á FB um bestu strategiina: Testning, inddæmning, opsporing og fuldstænding udryddelse av virus. I den situation vi er i nu, er det eneste rigtige at satse på udryddelse af virus, og siden indføre en meget streng kontrol med al indrejse til Færøerne – underforstået et ufravigeligt krav om testning og karantæne af alle personer der rejser ind i landet.”
Neyðugt at geva mynduleikunum fleiri amboð:
Tað er einki at ivast í at løgreglan má fáa neyðug amboð, tí vit vita, at í dag eru tað fólk ið ikki yvirhalda tað sóttharhald tey skulu vera í. Og tí kunnu hesi gerast superspjaðara av corona smittuni í okkara samfelag. Vit hava eingi amboð at avbyrgja hesar persónar.
Skulu vit megna at fáa eitt corona frítt samfelag, so er eisini neyðugt at fáa eina nýggja deild “Bjarging & Tilbúgving” sum kan taka lút í at verja okkara havnir, so fólk tann vegin ikki spjaða smyttuna til landið. Tað løgna er, at vit nú eru komin í eina støðu har tað er einfalt at halda corona smittuni burtir, men meir er ein spurningur um tað er politiskur vilji og evnir, at fremja hetta í verkið.
Corona smittan sera vandamikil fyri nøkur
Meir vit lesa um corona virusið og í takt við at granskarar fáa størri vitan, so sær tað út til, at virusið hevur spjatt seg til allan heimin og hevur fleiri variatiónir. Virusið kann gerða skaða á hjarta, lungur og nýrur og granskarar rokna eisini við, at vit fara at síggja fleiri seinárin, skaðar av virusinum. Hetta fer so aftur at at økja um útreiðslurnar hjá heilsuverkinum.
Ísland testar breitt – Helvtin av teimum smittaðu hava ikki symptomir
Tað vit hava megna í Føroyum er flott eingin ivi um tað. Heimskendi íslendski granskarin og eigari í deCode Kári Stefánsson sigur í viðtalu við Berlingske tann 04-04-2020 Lars Henrik Aagaard. At í Íslandi testa tey forholdsvís breitt og tilvildarligt, heldur enn bert at testa tey í hava symptomir. Tað vísir seg, sigur hann, at tað er útvið 1% av íslendingunum ið eru smittaðir við covid-19. Og at umleið helvtina av teimum ið vóru testa positiv ikki høvdu symptomir og vóru ikki í sóttarhaldi tá tey vóru testaði. Við øðrum orðum hava hesir persónar verið ein stórur vandi fyri smittuspjaðing uttan at tey hava vita av hesum sjálvi.
Hvat er exit strategien
Vit eru mong ið ynskja, at øll tey í eru heima í dag og ikki tora at koma út í samfelagið, aftur kunnu liva og virka í okkara samfelag. Hópin av eldri fólkið vitjar ikki familju og vinir, og tora heldur ikki til arbeiðis. Eisini fólk í besta aldri kunnu verða hart rakt av corona smittuni, tí er tað at undirmeta alt samfelagið, um vit lata nøkur fá koma inn í landið og sum eru við til, at halda alt samfelagið í hesu fastlastu støðu.
Við verandi støðu stremba vit ikki eftir flokkimmuniteti og vit arbeiða heldur ikki heilhjarta við at verða eitt coronavirus frítt samfelag, sum bert bíðar eftir at vaccina er tøk.
Skulu fólk aftur kunna savnast, liva og virka í hesum fantastiska oyggjasamfelag, so er neyðugt við hesi exitstrategi. Um hetta eydnast, kunnu vit longu í august mánað lata samfelagið uppaftur.
Óli M. Lassen, siviløkonomur