Home Fólk & Samfelag Eru játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús horvnar

Eru játtanir til Klaksvíkar Sjúkrahús horvnar

by OML

Í 2018 vórðu 6 mió. kr. játtaðar til endurvenjing (neurorehabiliterning) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og somuleiðis tvíhildu løgtingslimir um, at aðrar 15 mió. kr., ið vórðu játtaðar, skuldu koma Norðurøkinum til góðar. Hvar er hesin peningur endaður?

Í løgmansrøðuni 2018 segði táverandi løgmaður: „Avgerð er tikin um at seta á stovn deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til endurvenjing (neurorehabilitering). Hetta er nýbrot í Føroyum, og frameftir fara vit at bjóða eina tænastu, sum vit í dag keypa uttanlands. Játtaðar verða í alt 6 mió. kr. til endamálið 2018-2019”

Nú vit hava fingið nýtt løgting og landsstýri, og eru komin út í mai mánaða 2020, eftirlýsi eg, hvar hetta mál liggur. Sum eg skilji, hevur hetta ligið stilt og tað harmiliga er, at hóast sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar hava eina røð av endurvenjingartænastum til borgararnar, so finst onki samanhangandi yvirlit yvir tænasturnar. Hetta ger, at tað er ymiskt, hvørja hjálp borgarar fáa. Somuleiðis verða tænastur eisini veittar uttanlands, har hópin av peningi verður sendur, ið kundi verið brúktur í Føroyum.

Tað gongur næstan ikki dagur, har vit ikki hoyra um borgarar, eisini í bestu árum, ið av eini ella aðrari orsøk hava tørv á dyggari endurvenjing. Tað kann vera eftir sjúku ella vanlukkutilburð. Umráðandi er fyri okkum øll, at vit hava góðar karmar og tilboð til hesar borgarar, so teir hava møguleika at koma fyri seg aftur, so skjótt sum tilber. Hetta er sera umráðandi fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka og teim avvarðandi. Sum orðatakið sigur: „Skjót hjálp, er dupult hjálp”.

Eisini er stórur ivi um hvar tær 15 mió. kr. eru endaðar, sum vórðu játtaðar Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 2018. Løgtingslimir tvíhildu um, hóast broytingar, at henda játtan skuldi koma Klaksvíkar Sjúkrahúsi tilgóðar.

Er lógin eins fyri øll trý sjúkrahúsini

Meðan hesar smáu játtanir sýnast at hanga í leysum lofti, síggja vit, at tað trýtur ikki vilji at játta tíggjutals milliónir til Landssjúkrahúsið, játtanir sum koma hálsandi aftaná peningurin er brúktur, viðgjørt sum eykajáttanir av Føroya Løgtingi.

Er tað veruliga so, at meirnýtslur vit hava sæð í ovurstóran mun á Landssjúkrahúsinum verða premieraðar, og at Klaksvíkar Sjúkrahús verður revsað fyri at halda sínar játtanir.

Spurningurin til Heilsumálaráðharran, Kaj Leo Holm Johannesen, er tí: Kunnu vit, allir føroyingar, fáa at vita, hvar tær 21 mió. kr. eru, og hvørjar ætlanir fyriliggja? Er lógin eins fyri øll trý sjúkrahúsini?

Eg veit, at leiðslan og starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi áhaldandi og miðvíst arbeiða við menning av virkseminum, og tí er uppá tíðina, at tey fáa nakað aftur frá Løgtingi og landsstýri.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur
Klaksvíkar Býráð

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.