Mikið rumbul hevur verið at hoyrt um, at samgongan hevur tikið stig til at broyta mánaðarliga útgjaldið til pensjónistar.
Javnaðarflokkurin kann vissa um, at allir pensjonistar fáa meir at liva fyri í 2016. Samhaldsfasti skal hækka áðrenn grundupphæddin lækkar. Hetta er ein treyt, tí eingin skal hava minni eftir úr hesum skipanum.
Útgjøld verða samskipað
Samhaldsfasti og grundupphæddin í fólkapensjónini verda samskipað, soleiðis at útgjaldið verður tad sama. Grundupphæddin lækkar ikki, uttan útgjaldið úr samhaldsfasta hækkar. Eins nógv skal liggja eftir hjá pensjonistunum. Eingin pensjónistur fær minni útgjald av hesi samskipan. Umframt hetta, hækkar viðbótin við 150 krónum um mánaðin.
Fólkapensjónin og Samhaldsfasti eru tvey stykki av somu alin. Hetta eru skipanir, har vit í felag spara upp eftir førimuni og síðani býta javnt út til allar borgarar, tá ið teir koma til pensjónsaldurin.
At samskipa fólkapensjónina og útgjaldið úr samhaldsfasta er í samsvari við tann sosiala eldrapolitikk, sum byggir á sosialu kontraktina millum allar borgarar og millum ættarliðini. Fólkapensjónin frá 1959, ið var stórt frambrot fyri okkum sum vælferðarsamfelag, bygdi á sama leist sum samhaldsfasti byggir á. Eina sosiala kontrakt, sum fevnir um allar borgarar, og sum samstundis er ein kontrakt millum ættarlið.
Síðani í 1999 er grundupphæddin í fólkapensjónini ikki prísjavnað. Hendan upphædd er tískil minkað í virði á hvørjum ári. Skipanin hevur ikki megnað tørvin seinastu árini, og kemur als ikki at nøkta tørvin í árunum, sum koma. Forskattingin av pensjónunum, har pengarnir eru brúktir, ger at skipanin stendur fyri falli. Hetta, umframt at talið av pensjonistum økist nógv, krevur eina broyting av skipanini. Í verandi løtu eru karmarnir ótryggir.
Ein pensjónsskipan má liggja í tryggum kørmum, og tí er neyðugt at gera broytingar, sum framtíðartryggja vælferðina, eisini fyri eldru ættarliðini. At samskipa útgjøldini av fólkapensjónini og úr Samhaldsfasta, samstundis sum viðbótin verður hækkað, er ein gongd leið. Soleiðis tryggja vit pensjónina framyvir, uttan at lækkað samlaða útgjaldið úr samhaldsfasta og grundupphæddini. Eisini hækka vit viðbótina við 150 kr, so meiri verður til teir pensjonistar, ið bert hava fólkapensjón at liva av.
Meira at liva fyri
Við hesi samgonguni fáa pensjónistar, sum einans hava fólkapensjón at liva av, 150 krónur meira um mánaðin. Umframt hetta verður kringvarpsgjaldið umlagt, so allir stakir pensjonistar fáa 3000 kr meiri at liva fyri í 2016. Pensjonistar, ið liva saman sum hjún, fáa 2400 kr meir. Eisini munar skattalættin. Alt í alt, kunnu pensjonistar gleða seg til, at teir í 2016 fáa minst 4000 kr meiri at liva fyri.
Pensjónistar við egnari pensjónsuppsparing fáa í størri mun ágóða av skattalættanum. Teir pensjonistar, ið eru virknir á arbeiðsmarknaðinum koma somuleiðis at merkja skattalættan, ið lættir um hjá lág og miðalløntum upp í góðar 700 kr. um mánaðin.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin