Home Fólk & Samfelag Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um avtøku av samdøgursfrádráttinum.

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um avtøku av samdøgursfrádráttinum.

by OML

 Øll, sum arbeiða í útlandinum fáa ein frádrátt, hví leggur landsstýriskvinnan eftir fiskimonnum, sum frammanundan rinda allan skattin í Føroyum? Hetta spyr Jørgen Niclasen í fyrispurningi í Løgtinginum

  • Er landsstýriskvinnan samd við mær í, at samlaðu skattainntøkurnar eins væl kunnu minka sum hækka av hesi broyting?
  • Er ætlanin, at vit í almennum starvi, eisini skulu missa samdøgursfrádrátt teir dagar vit eru í útlandinum? (Hjá okkum eitur tað dagpeningur og er hægri enn hjá fiskimonnunum).

Viðmerkingar:

Fram til 31. Desember 2012, fingu allir føroyingar samdøgursfrádrátt teir dagar teir arbeiddu í  útlandinum. Ì broytingini frá 2012, vóru innført ein grein 25b frádráttur, sum avloysti samdøgursfrádráttin. Tvs samdøgursfrádrátturin var innroknaður í samlaða frádráttin.

Bara fiskimenn, sum sigla við norðurlendskum skipum, komu ikki undir nýggju skipanina, men hildu fram við samdøgursfrádráttinum.

Nú vil landsststýrið frátaka henda rætt hjá fiskimonnum. Men øll onnur, sum arbeiða í útlandinum, varðveita sín frádrátt. Eisini vit, sum arbeiða hjá tí almenna. Vit fáa eisini samdøgursfrádrátt, tó hann hjá okkum eitur skattafríur dagpeningur og er hægri enn samdøgursfrádrátturin hjá fiskimonnum.

Okkara fiskimenn eru serliga við norskum skipum. Í mun til onnur, sum arbeiða uttanlands, rinda hesir allan skattin í Føroyum. Við hesi stóru skattahækking, er vandi fyri, at hesi flyta, td til aðra sjóvinnu, sum gerð at skatturin verður rindaður aðrastaðni. Tí má verða sera ivasamt, um meira peningur kemur inn av hesi skattahækking.

Um samgongan ístaðin lat hesa skipan hava frið, kundi hent, at nú frálandavinnan minkar, var møguleikin fyri at fleiri hagani søktu til fiskivinnuna og rindaðu allan skattin í Føroyum. Tað kundi givið fleiri skattainntøkur í Føroyum.

Á Løgtingi, 5. desember 2015

Jørgen Niclasen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.