Sosialistiska samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn vil trumfa eina uppboðssølu av fiskirættindum ígjøgnum nú. Ilt er at fáa eyga á endamálið. Endamálið er ikki, at nýggj skulu …
Politikkur
Andstøðan heldur, at uppskotið um uppboðssølu av fiskirættindum vísir at rættartrygdin verður sett til síðis, fyri at samgongan kann vísa á, at hon hevur gjørt okkurt. Vinnunevndin hevur lagt álit fyri løgtingið um uppskotið um uppboðssølu. Samgongufólkini í Vinnunevndini mæla til at samtykja uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, mest sum óbroytt. Samgongufólkini hava í álitinum ikki grundgivið fyri síni støðu. Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, er als ikki samd við uppskotinum. Her eru teirra viðmerkingar. Meirilutin (Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen og Bárður Kass Nielsen) mælir Løgtinginum staðiliga frá at taka undir við uppskotinum. Í 2007 samtykti Løgtingið, at øll fiskirættindi skuldu fara úr gildi í 2018. Síðan hevur politiska skipanin arbeitt við at finna fram til breiða semju um at nýskipa fiskivinnuna, so vinnan fær tryggar karmar at virka undir, og samfelagið alt fær so nógv sum gjørligt burturúr. Samgongan hevur í hesum sambandi sett nevnd at koma við uppskotum um loysnir at leggja fyri politisku skipanina til viðgerð og støðutakan. Bæði vinnuligur- og politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum eru settir at fylgja arbeiðinum. …